Andri Björn og Ástríður Alda konsert í Løkshøll

Sunnudagin 19. februar kl. 16.00 verður forkunnug konsert í Løkshøll við íslendska sangaranum Andri Björn Róbertsson, bass-bariton, og klaverleikaranum Ástríður Alda Sigurðardóttir.

 

Andri er ein nógv eftirspurdur sangari og hevur sungið ymiskar leiklutir í operahúsum í m.a. Zurich, Amsterdam, Hamburg, Lyon og London. Harumframt hevur hann javnan solo konsertir, og í fjør kom hansara fyrsta útgáva við sangum eftir íslendska tónaskaldið Árni Tórsteinsson og Schumann. Andri hevur tvær ferðir áður verið í Føroyum, fyrru fer sum partur av einari kvintett og seinnu ferð var hann ein av solistunum í Jóhannus Passiónini eftir Bach á konsert saman við Havnarkórinum undir leiðslu av Ólavi Hátún. Andri býr í Newcastle og undirvísir í sangi á lærdu háskúlunum í Newcastle og Northumbria. Ástríður hevur lokið prógv sum solo klaverleikari frá Tónlistaskúla Reykjavíkur, og hevur studerað klaver í kenda Indiana University í USA. Hon hevur framført sum solistur og saman við ymiskum kamarorkestrum runt um í heiminum. Í 2010 gav hon út eina solo útgávu við tónleiki eftir Chopin. Hon undirvísir í klaver í tónlistaskúlanum í Hafnafirði. 

Á konsertini sunnudagin fara Andri og Ástríður at framføra løg eftir Strauss, Schubert, og Mozart, nøkur íslendsk løg og løg úr sangleikum eftir m.a. Cole Porter og Rodgers & Hammerstein. Harumframt hava tey ynskt at framføra okkurt føroyskt lag. 

Atgongumerki á 100 kr fáast á atgongumerki.fo og við dyrnar.