Tað gongur hóvliga framá hjá Fremad Amager, sum í dag fekk vitjan av Kolding. Sum so ofta fyrr, endaði tað við, at Fremad leikti javnt. Dysturin endaði 2-2, og Andrew av Fløtum átti málið til 1-1. Eins og Andrew, spældi Tem Hansen allan dystin, meðan Jónas Tór Næs fekk teir seinastu 20 minuttirnir á vøllinum.
Fremad Amager liggur framvegis á tíggjunda plássi. Hetta er fýra stig frammanfyri 14. pláss, sum viðførir niðurflyting.