Føroyski landsliðsspælarin Andrew av Fløtum var í røttum málhýri, tá ið U21-liðið hjá Fremad Amager í mánakvøldið vann 6-4 á Herfølge. Andrew av Fløtum gjørdi ikki færri enn fýra mál, og hann loyvdi sær enntá at misnýta eitt brotsspark. Dysturin var hálvfinala í steypakapping fyri U21 lið og í finaluni skal Fremad Amager spæla ímóti antin Greve ella Avarta.