Dysturin hjá Fremad Amager í donsku 1. deild um vikuskiftið var avlýstur vegna veður, og í staðin spældi liðið hjá Andrew av Fløtum venjingardyst á graslíki ímóti Brønshøj. Dystin vann Fremad Amager 3-0. Andrew av Fløtum, sum spældi allar 90 minuttirnar fyri Fremad Amager, skoraði seinasta málið í dystinum, tá ið hann um brotsteigarmarkið sendi bóltin í málið.