Danska 1. deild
Tríggir av teimum fimm føroysku leikarunum í næstbestu donsku deildini, vóru í dysti um vikuskifti.
Teir báðir, sum ikki vóru til arbeiðis hesaferð vóru báðir álopsmenninir hjá landsliðnum. Christian Høgni Jacobsen hevur tó ikki gjørt um seg seinastu longu tíðina, og áðrenn hann kann fara at hugsa um fótbóltin aftur, skal hann fáa bilbugt við krossbandsskaðan, sum var so óheppin av fáa.
Hjá Andrew av Fløtum hevur støðan tó verið nakað øðrvísi. Seinastu umførini hevur hann meira ella minni verið álitið í álopinum hjá Fremad Amager. Tí var tað eisini dyggur smeitur, at Andrew hevði tikið seg aftur við einum eymum lærvødda, og hartil var talan eisini um fleiri aðrar broytingar hjá Fremad Amager, tá teir á útivølli skuldu royna seg móti Køge, sum verður roknað millum sterkastu liðini í deildini.
Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør vóru báðir á liðnum allar 90 minuttirnar, men hjálpti tó lítið, tí Køge vann dystin 2-0. Fyrra av málunum varð skotið av Abdul Sule, sum fyri nøkrum árum síðani gjørdist dýrasti leikarin í donskum fótbóltshandli, tá AB keypti hann leysan av FC Midtjylland.
Hóast tapið, so hevur Fremad Amager nú tryggjað sær sætið í næstbestu donsku deildini til komandi ár. Hetta tí øll liðini undir tiemum ikki fingu fulla úrtøku, og tí kunnu tey í felagnum nú betri gera av, hvussu ætlanirnar skulu verða fyri komandi kappingarárið.
Horsens roynir
Við sigrinum á Silkeborg seinasta vikuskiftið, fekk Horsen ? har Johan Byrial Hansen er ein av leikarunum ? aftur blást lív í vónirnar um uppflyting, og hesar liva eisini framvegis.
Mótstøðuliðið hesaferð var Skjold, og á útivølli eydnaðist Byrial & Co. at toga ein tepran 1-0 sigur heim. Argastu kappingarneytarnir í uppflytingarstríðnum eru Randers, og teir vunnu á heimavølli 3-0 móti Nykøbing, og hildu teir sær soleiðis eitt stig oman fyri Horsens. Til stuttleikar kann nevnast, at venjarar hjá teimum báðum uppflytingarbiðlunum eru gomlu makkararnir í EM-verjuni hjá Danmark. Nevnliga Lars Olsen og Kent Nielsen.
Og endaliga kann so eisini staðfestast, at liðfelagarnir hja skadda Christiani Høgna Jacobsen tykjast vera í ferð við at gera eina bjargingarroynd í evstu løtu.
Tað hevur annars einki borið til hjá Vejle í langa tíð, men sunnudagin vunnu teir ikki minni enn 7-1 á vespunum úr Brønshøj, og lyftu teir sær soleiðis upp um niðurflytingarstrikuna.