Andrew í rætta lagnum

Jón Rói Jacobsen varð kosin besti maður hjá Frem, men fyri fjórðu ferð á rað eydnaðist tað ikki hjá niðurflytarunum at fáa fulla úrtøku

Mikukvøldið var eitt umfar í næstbestu donsku deildini. Fremad Amager var á heimavølli, og hesa ferð spældu teir í Sundby, har umvælingin nú er liðug. Seinastu ferðirnar hava teir verið í Tårnby, tá ið teir hava verið á heimavølli.
                      Andrew av Fløtum var einsamallur føroyingur á liðnum hjá Fremad Amager. Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør vóru heldur ikki á beinkinum.
                      Einsamalli føroyingurin gjørdi rættuliga um seg, tá ið Fremad Amager vann 4-1 á niðurflytarunum úr AB. Við sigrinum vaskaði Fremad Amager eitt sindur burtur av ússaliga avrikinum á útivølli ímóti Brønshøj.
                      Fremad Amager legði seg á odda í 18. minutti, og í 33. minutti javnaði AB eftir hornaspark. Mitt í 2. hálvleiki legði Andrew av Fløtum framum aftur. Tað gjørdi hann við langskoti úr 25 metrum. Fýra minuttir undan leikloki økti Fremad Amager, og í síðsta minutti staðfesti Andrew av Fløtum trivaliga heimasigurin.
                      Í vikuskiftinum skal Fremad Amager spæla í Horsens. Johan Byrial Hansen og liðfelagarnir hjá honum eru í góðari gongd. Mikukvøldið vunnu teir 3-2 í Vejle. Tað er næstan tíggju ár síðani, at Vejle síðst basti grannunum úr Horsens, og heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað. Talan var um rættuligt undirhald. Trý av málunum vórðu skorað upp á brotsspark.
                      Hjá Frem gongur tað ikki væl. Mikukvøldið høvdu teir vitjan av Køge, sum skoraði einsamalla málið miðskeiðis í 2. hálvleiki. Jón Rói Jacobsen var eftir dystarenda kosin sum besti maður hjá Frem. Í fýra teimum seinastu dystunum hevur Frem bara skorað eitt mál. Verjan verður søgd at vera stinnasti parturin av liðnum. Tá ið Frem royndi at koma afturíaftur, varð Jón Rói Jacobsen fluttur fram í álopið. Tað boðar frá, at venjarin hevur funnið út av, hvussu stórar dygdir skjóti maðurin eisini hevur í álopspartinum.