Andrew prinsur biðin um at vitna í Epstein málinum

Andrew prinsur, hertogi av York, hevur fingið eina umbøn frá amerikonsku myndugleikunum um at vitna í pedofilmálinum móti Jeffrey Epstein.

BBC veit at siga, at amerikanska løgmálaráðið hevur biðið Andrew prins um at vitna í málinum, tí Epstein og hann vóru væl, og prinsurin hevði fleiri ferðir verið á vitjan hjá Epstein, har ágangurin móti gentum - heilt niður í 14 ára aldur - sigst at vera farin fram.

Jeffrey Epstein beindi fyri sær í einum fongsulskliva á Manhattan, eftir at hann var handtikin fyri pedofili, og sostatt skal hann ikki sjálvur standa til svars fyri rættinum.

Andrew prinsur var fyri hørðum atfinningum fyri at hava verið vinur við Epstein, eisini hóast hann visti, at Epstein áður var dømdur fyri pedofili. Ein ung kvinna vildi eisini vera við, at Andrew Prinsur hevði neyðtikið seg í einum húsum hjá Jeffrey Epstein í London.

Sum avleiðing av støðuni við Epstein varð Andrew prinsur noyddur at leggja frá sær allar kongaligar skyldur.

Tað er ikki greitt, hvørt Andrew prinsur ætlar sær at gera, ið amerikansku myndugleikarnir hava biðið. Men svarar hann ikki upp á fyrispurningin, er møguligt, at hann verður verður kallaður fyri bretskan rætt at greiða frá um viðurskiftini kring Epstein.