Fleiri av dystunum í næstbestu donsku deildini, sum skuldi byrja um vikuskiftið, eru avlýstir. Orsøkin er frost í vøllunum.
Fremad Amager við Andrew av Fløtum á liðnum skuldi spæla ímóti Braband, men DBU hevur avlýst dystin vegna frost. Tí fer Fremad Amager ístaðin at spæla venjingardyst ímóti Skjold á einum graslíkisvølli.
Skjold skulu um vikuskiftið spæla ímóti Frem, har tríggir føroyskir spælarar eru í hópinum, men eisini hesin dysturin er avlýstur orsaka av kalda veðurlagnum í Danmark.