HB, sum var eitt suverent steypakappingarlið fram til 2004 er við at finna steypatónan aftur. Aftaná ein 2-0 sigur á Argjum er HB nú komið í hálvfinalurnar.
Annar av málskjúttunum hjá HB, Andrew av Fløtum fegnast um ein dyst, har HB stóð leikliga fyri tí mesta. Tó undirstrikar hann, at so leingi støðan bert var 1-0 lúrdi vandin fyri, at AB kundi javnað, men tá hann hevði skorað til 2-0 sjálvur var hann sigursvísur.
Kári Nielsen hjá AB sigur, at teir ætlaðu at "parkera bussin", sum sagt verður í fótbóltsheiminum, men ætlanin bleiv skeiklað, tá HB legði seg á odda longu í 17. minutti. Hann heldur kortini, at AB hevði nóg mikið av málmøguleikum til at fáa meira burturúr dystinum.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Andrew av Fløtum og Kári Nielsen søgdu við Rás2 fyrr í kvøld.
(Mynd: hb.fo)