DANMARK 1. DEILD
Pílurin vendi hesa ferð rætta vegin hjá øllum feløgunum, sum hava føroyska umboðan. Eingin av føroysku spælarunum í Fremad Amager var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Men tað tykist sum um, at tað gongur rætta vegin. Serliga hjá Andrew av Fløtum, sum aftur hesa ferð var málskjútti. Randers FC, sum leingi hevur havt beina kós í superliguna, vitjaði í Sundby. Hjalgrím Elttør og Andrew av Fløtum vóru millum teir fyrstu ellivu, meðan Jann Ingi Petersen kom á vøllin, tá ið seinna umfarið var hálvrunnið.
Andrew av Fløtum legði Fremad Amager á odda í 38. minutti, tá ið hann úr vinstru sendi umvegis stólpan og í málið. Í 53. minutti økti Fremad Amager eftir horna, og í 68. minutti minkaði Randers um munin. Hjalgrím Elttør varð skiftur út í 62. minutti, og Andrew fór av vøllinum, tá ið tað restaði eitt korter.
Við óvæntaða sigrinum tryggjaði Fremad Amager sær enn eitt ár í næstbestu deildini.
At Randers tapti í Sundby hevði við sær, at Johan B. Hansen og liðfelagarnir við sigri í heimadystinum ímóti oddaliðnum, Silkeborg, aftur kundu nærkast uppflytingini. Horsens vann 4-2. Johan B. Hansen var alla tíðina á vinstra vongverjanum, sum hann hevur røkt tær seinastu nógvu ferðirnar. Silkeborg javnaði til 1-1, eftir at Horsens við framúr frísparki hevði lagt seg framum. Eftir steðgin var Horsens sum eitt ódnarveður.
Horsens sigurin og Randers tapið hava við sær, at Randers nú bara er eitt stig undan Horsens. Í Silkeborg høvdu teir vónað, at uppflytingin fór at gerast veruleiki hesa ferð, men nú mugu teir bíða í hvussu so er eina viku.
Felagið hjá langtíðarskadda Christian Høgna Jacobsen, Vejle, hevur í fleiri vikur verið niðanfyri keðiligu strikuna. Tað var alneyðugt hjá teimum at vinna í Nykøbing Falster, og tað eydnaðist. Vejle vann 2-0, og tá ið Brønshøj samstundis tapti 2-1 á heimavøllinum í Tingbjerg ímóti FC Nordjylland, lyfti Vejle sær upp um strikuna. Men talan er um tætta kapping. Tað er bara málmunurin, sum skilur Vejle og Brøndhøj.
B1913 tapti 8-0 á Eysturbrúgv ímóti B93, sum framvegis er í vanda fyri at flyta niður. Við stórtapinum er B1913 endaliga fokið. Hjá FC Aarhus skal tað meiri til, enn tað ber til at ímynda sær, at teir kunnu megna fyri at bjarga sær. Hesa ferð tapti FC Aarhus 3-0 á heimavølli ímóti Skjold.