Føroyski álopsspælarin var ikki við á liðnum hjá Fremad Amager, sum í gjár vann 3-0 ímóti Kolding á útivølli. Andrew var als ikki við í hópinum til dystin í Kolding, og orsøkin til tað var, at hann er skaddur. Tað gekk strúkandi hjá Fremad Amager, sum vann ein sera góðan sigur á útivølli. Fremad Amager liggur nú sum nummar 6 í donsku 1. deild.









