ÚTISETI
Seinastu vikurnar hevur verið tosað og gitt um, hvar landsliðsspælarin Andrew av Fløtum í framtíðini skuldi fara at spæla. Sáttmálaskeiðið hjá honum í Fremad Amager er runnið, og tað hevur ljóðað, at fleiri føroysk feløg hava havt følarar úti eftir fyrrverandi HB spælaranum.
Nú er tað greitt, at Andrew av Fløtum fer at halda fram við fótbóltsspælinum í Danmark og í Fremad Amager. Í vikuni skrivaðu hann og felagið undir sáttmála, sum ber við sær, at Andrew fer at umboða felagið, í hvussu so er inntil á sumri í 2007.
Tað ljóðaði fyrr í heyst, at tilboðið frá Fremad Amager og til føroyska spælaran, sum við sjey málum í teimum fyrstu sekstan umførunum í hesum kappingarárinum (Andrew hevur verið við í fimtan dystum), ikki var áhugavert, og at hann tí leitaði eftir øðrum felag.
Jákup í Stórustovu er umboðsmaður hjá Andrew:
- Áhugi hevur verið frá øðrum feløgum. At Andrew varð skaddur í rygginum í síðsta dystinum undan vetrarsteðginum bar við sær, at hann ikki hevur verið førur fyri at venja saman við liðfeløgunum, sum hava vant inntil nú, og at fyritreytirnar fyri eitt nú royndarvenjingum aðra staðni ikki hava verið til staðar. Men vit eru nøgdir við sáttmálan, sum Andrew nú hevur skrivað undir uppá, sigur Jákup í Stórustovu. Hann vil ikki siga so nógv um sáttmálatreytirnar, men hann leggur afturat, at talan er um betri avtalu enn hana, sum hevur verið galdandi frammanundan.
Nú eru Fremad Amager spælararnir farnir í vetrarfrí. Teir skulu møta til venjingar aftur 12. januar, og fyrsti landskappingardysturin eftir vetrarsteðgin verður 19. mars, tá ið Fremad Amager á heimavølli skal spæla móti Brabrand.
Felagið hevur júst nú skrivað sáttmála við Thomas Christensen, sum er 32 ára gamalur álopsspælari, sum fýra tey seinastu árini hevur spælt í HIK, har hann hevur verið toppskjútti. Hann er í Fremad ætlaður at vera avloysari fyri Henrik Toft, sum fyrr í heyst flutti til Vejle. Saman við Andrew av Fløtum var Henrik Toft toppskjútti í Fremad Amager við sjey málum.