##med2##
Andrew av Fløtum var seinnapartin gestur hjá Tróndi Arge í sendingini "Fótbóltspanelið", ið er partur av sendingini SportBoxin á FM1.
Evnini Andrew og Tróndur umrøddu í dag vóru avrikini hjá fótbóltslandsliðnum móti Spania og Noregi, evropeiskar avbjóðingar Andrew hevur verið partur av á besta liðnum hjá HB, og vónirnar fyri HB, NSÍ, KÍ og B36 í teimum evropeisku dystunum, og mett var um 14. umfar í Betrideildini, ið verður leikt hetta vikuskiftið:
Leygardagin klokkan 15: B36-NSÍ (FM1 sigur frá dystinum)
Leygardagin klokkan 18.30: TB-KÍ (KvF sigur frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: AB-Víkingur (FM1 sigur frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: EB/Streymur-ÍF
Sunnudagin klokkan 15: Skála-HB (KvF sigur frá dystinum)
Millum spennandi metingarnar hjá Andrew av Fløtum er, at hann hevur ÍF sum ein lítlan favoritt til at vinna á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði.