Í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag klokkan 16, er Andrew av Fløtum gestur. Hann kemur at meta um 24. umfar í Effo-deildini, sum verður sunnudagin.
Tú kanst hoyra Fótbóltspanelið á Rás2 við at trýsta HER
Andrew av Fløtum valdi í fjør, at gevast sum fótbóltsspælari. Í Fótbóltspanelinum verður spurt hvussu tað er at verða ein fyrrverandi fótbóltsspælari.
Stórur spenningur er í Effo-deildini, har KÍ liggur væl fyri at blíva FM vinnari, men hevur torføran dyst móti tvífaldu meistarunum B36. Í Sarpugerði er ikki minni spenningur, har Víkingur og NSÍ møtast. Liðini hava eins nógv stig á øðrum og triðja plássi.
Eisini er hørð kapping um fjórða plássi, har B36 og HB stríðast um seinasta atgongumerki til Evropa og milliónirnar, sum fylgja við har.
Í SMS-kappingini kanst tú vinna ein kassa sodavatn frá Føroya Bjór. Vit spyrja hvat nummar Andrew av Fløtum plagdi at hava á rygginum. Send rætta svarið inn á 559999, og tú ert við í lutakastinum, sum verður beint fyri klokkan 17 í dag.
Effo-deildin 24. umfar:
KÍ-B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur-NSÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
HB-AB (15.00)
TB-ÍF (15.00)
Skála-B68 (15.00)