Andrew er í hopla

Fyrsta bríkslið í fyrsta av teimum fimm uppgerðunum í Formuladeildini í kvøld var klokkan 18. Tað var í Gundadali, har Skála er gestur hjá HB.

Heimaliðið hevur verið greitt omaná fyrsta hálva tíman, og teir hava skorað tvey mál. Í báðum førum hevur Andrew av Fløtum verið málskjútti.

Fyrra málið skoraði hann upp á brotsspark, tá ið sjey minuttir vóru farnir, og seinna málið skoraði hann, tá ið ein hálvur tími var farin. Talan var um fínt skot av brotsteigarmarkinum í høgru og í handara síðunetið.