Andrew dagsins maður

HB at kalla tryggjaði sær finalusessin, tá teir vunnu stórsigur á VB í fyrru hálvfinulini

Eingin ivi er um, at Andrew av Fløtum varð dagsins maður í Gundadali dýra biðidag. Við fýra málum og hini bæði HB-málini, var hann meira enn nakar annar maðurin aftan fyri stórsigurin, og kanska kann hetta eisini verða viðvirkandi til, at hann sleppur hægri í metum millum fótbóltsáskoðararnar.


Æviga »talentið«

Síðani hann fyri fyrstu ferð terin inn á fyrstudeildarpallin her heima, í 1996, hevur so at siga verið bíðað eftir, at hann fór at fáa sítt endaliga gjøgnumbrot.

At ftbóltsevnini eru í lagi, er eingin ivi um, men hinvegin hevur hann nú í eini fýra ár borið heitið, talent, uttan at hann hevur megnað at bitið seg fastan á annan álopssessin á besta HB liðnum.

Um dysturin móti VB var eitt tekin um, at hetta nú er broytt, ella um talan bert var um eitt upplop, skal ikki verða staðfest her, men ábendingar eru í øllum førum um, at »talentið« er um at verða vaksin.


Einvegis ferðsla

Sjálvandi var Andrew ikki einsamallur um stórsigurin. Í fyrra hálvleiki sýndi HB liðið so nógv tað besta spælið, teir hava havt higartil í ár. Nølaríið og rullanin upp á tvørs, var brádliga skift út við beinleiðis og ágandandi álopsfótbólt.

Tá VB so samstundis framdi at kalla eina sjálvmorðsroynd, við at spæla við flatari verju, so kundi tað bert ganga sum tað gekk.

Stórsigurin varð grundlagdur fyrstu innan 10 minuttir, har HB skoraði trý mál, og eftir hetta var at kalla einvegis ferðsla, har heimaliðið við kvikum samanspæli spældi ørkymlaðu VB leikararnar niður og norð.

Fyrsta málið kom, eftir at Rúni hevði fingið bóltin í høgru síðu. Hann sendi ein skrúvandi bólt inn um fløtu VB verjuna, har Andrew fekk sníkt seg fram um tríggjar verjuleikarar, og sneiddi Bjarna av, áðrenn bólturin varð lagdur í málið.

Níggju minuttir seinni var Andrew aftur upp á spæl. Fyrst royndi hann at bróta ígjøgnum VB-verjuna, men tá hetta ikki eydnaðist, sendi hann ístaðin álopsfelagan, Jón Róa, avstað í høgru. Jón Rói framdi allarhelst fríspark, tá hann skumpaði verjuleikaran burtur, men í øllum førum gjørdist hann púra leysur, og kundi senda bóltin millum beinini á málverjanum.

Minuttin eftir vann Rúni bóltin á miðjuni, og eftir at hava snýtt verjuleikara, varð bólturin í einum bleytum boga sendur upp um Bjarna, sum ikki hevði ein livandi kjans at gera nakað við bóltin.


Einfalt og vakurt

VB royndi at umskipa liðið nakað, soleiðis at Tórður og Jón Pauli fingu meira sentralar leiklutir, men tað var einamest við deyðbóltsstøðum, at gestirnir vóru vandamiklir.

HB liðið helt tó áfram við ágangandi spælinum, og í 38. minutti varð aftur galið. VB verjan snorksvav, tá Rúni tók stutt fríspark til Róa. Við eini væl sæddari sending, spældi hann bóltin fyri føturnar á Andrew, sum tók eitt trekk, áðrenn hann langaði bóltin upp undir nettakið.

Stutt eftir hevði VB møguleika at minka um munin, tá Jón Pauli varð feldur í brotsteiginum, men leikandi venjarin (sum eisini misnýtti móti HB í fjør) skeyt bóltin á stólpan.

Ístaðin kundi Rúni Nolsøe økja um leiðsluna til 5-0, tá hann sjálvur vann bóltin á miðvøllinum, sendi Andrew avstað, og síðani sjálvur rann seg púra leysan at avgreiða bóltin, tá Andrew sendi inn um aftur. Einfalt, vakurt og effektivt.


Stórsigurin kom í vanda

Í seinna hálvleiki setti HB ferðina nakað niður, og hóat hetta kanska tykist náttúrligt, tá leiðslan er somikið trygg, so kundi hetta lættliga kosta stóran part av leiðsluni.

VB liðið royndi nevnliga alla tíðina at trýsta HB liðið, og longu níggju minuttum gav hetta úrslit. Leikandi venjarin varð sendir avstað í høgru, og eftir at hava snýtt verjuleikara, sendi hann bóltin í málið.

Lítla løtu seinni var Krzystof aftur upp á spæl. Eltir af trimum HB leikarum, megnaði hann kortini at sleppa sær inn um brotsteigin, áðrenn hann lat seg detta, og so kundi Milan minka munin niður í trý mál. HB leikararnir tóktust ónøgdir við dómin, og kanska var tað rætt, at brotið móti Krzystof varð framt uttan fyri brotsteigin, men hann megnaði so at fóta sær nakrar metrar afturat. Hinvegin skulu havnarmenninir vera glaðir um, at Niklas, sum annars dømdi sera væl, ikki sá, hvør av HB leikarunum framdi brotið.

Í øllum førum varð venjarin togaður av Janusi, og tá hesin hevði fingið gult í samband við fyrra brotssparkið, kundi talan lættliga verið um reytt hesuferð.

VB sá nú møguleika fyri at minka um munin, so returdysturin kanska kundi gerast rættuliga spennandi, men hóast teir royndu at trýsta, so gjørdist talan ongantíð um teir heilt stóru møguleikarnar.

Hetta opnaði eisini fyri kontramøguleikum hjá heimaliðinum, og tá fimm minuttir vóru eftir, gav ein av hesum mál. Bárður Mortansson sendi Andrew avstað í høgru, og eftir at hava rundað Bjarna, kundi hann staðfesta stórsigurin.

Hetta tók seinastu orkuna úr VB liðnum, og einastu skreytirnar, sum teir framdu, tað sum eftir var, var tá Milan fyri aðru ferð nýtti álbogan í nærdysti, og harvið fekk næsta gula kortið.


Tríggjar orsøkir

Samanumtikið kann sigast, at dysturin varð avgjørdur av trimum orsøkum.

HB liðið spældi nógv meira beinleiðis og ágangandi enn higartil í ár, kanska eisini orsakað av, at allir fýra á miðvøllinum nú vóru bóltspælarar ístaðin fyri bóltflytarar.

VB venjarin framdi ein taktiskan brølara av teimum stóru, tá hann valdi at royna seg við flataru verju móti kvika HB álopinum.

Andrew av Fløtum. Hóast hann kanska kundi fingið eini tvey mál afturat, so sýndi hann rættuliga máltev, og arbeiddi hann meira fyri liðið enn hann hevur gjørt í langa tíð.


HB-VB 6-2 (5-0)

1-0: Andrew av Fløtum 11.

2-0: Jón Rói Jacobsen 19.

3-0: Andrew av Fløtum 20.

4-0: Andrew av Fløtum 38.

5-0: Rúni Nolsøe 44.

5-1: Krzystof Popczynzki 54.

5-2: Milian Kulic (br.) 17.

6-2: Andrew av Fløtum 40.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


VB:

Bjarni Johansen, Predrag Zivkovic, Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Jón Pauli Olsen ? Tórður Holm, Michael í Lágabø, Palli Augustinussen ? Krzystof Popczynzki, Robert Cieslewiczar. Eisini sást hæddarmátarin, sum skrivaði á pappír á øllum túrinum. Har sást, at hann onkuntíð bert var10 metrar yvir havinum orsaka av, at brennievni var so tungt, og tí ísur var á veingjunum.

Ferðin yvir hav tók góðar 33 tímar, og gjørdist Lindbergh tjóðarhetja av avrikinum.

Í tí eina rúminum sást eitt mánalandingarakfar, sum ikki var nýtt orsaka av tekniskum trupuleikum.

Bert ein lítil mynd var av Gagarin og av tí europeiska Concorde, meðan alt fekst at vita um amerikansku flogsøguna.

Tað verður ov rúgvusmikið at siga frá øllum sum sást á staðnum. Bert vil eg heita á fólk um at fara inn har, um leiðin verður løgd til Washington. Sum flestu framsýningar annars, so kostar einki at koma inn, men fólk kundu stuðla, um tey høvdu hug til tess við at leggja pening í ein kassa við inngongdina.


Heimaftur

Vit fóru síðan í bussi frá Washington DC til Baltimore, har vit skuldu flúgva kl. 2010 til Føroyar umvegis Ísland.

Vit lendu í Keflavík í grovum kavaroki kl. 06.45 lokala tíð. Bíðaðu í Keflavík eftir einum bussi í umleið 45 min. og gekk so leiðin til Reykjavík, haðani vit skuldu flúgva til Føroyar kl. 1110.

Tað kavaði av grimd í Íslandi og tá klokkan nærkaðist 1100, fingu vit at vita, at flogfarid ikki kundi fara á flog enn, tí at teir ikki vóru byrjaðir at grava á vøllinum enn. Nærri boð skuldi fáast kl. 1330.

Tað sum vit løgdu til merkis var, at flúgvingin til Akureyrar og Egilstaðar gekk sum vanligt, og tá vit høvdu spurt fleiri ferðir, fingu vit at vita, at tað snøgt sagt ikki var nakar flúgvari til okkum, tí Føroyaflúgvarin var sendur til Egilstaðar og máttu vit bíða til hann kom aftur. Hetta tók umleið 1 tíma.

Vit mugu her viðganga, at sjálvt um flogfarið var fullsett og 5 fólk stóðu á bíðilista, so kemur Føroyaflúgvingin í aðru røð, tí flúgvingin innanlands í Íslandi fær fyrsta prioritet.

Tá vit so langt um leingi sluppu út í flogfarið, fingu vit at vita, at meginparturin av viðførinum hjá okkum ikki kundi koma við, tí flogfarið bleiv ov tungt. Viðførið skuldi koma til Danmarkar næsta dag og síðan koma heim til Føroyar við Atlantic Airweys.

Vit lendu tó í øllum góðum í Vágum kl. 16.30 føroyska tíð, og allir fóru hvør til sín.

Soleiðis var ein sera góður, áhugaverdur og minniligur túrur komin at enda.