Andrew aftur við í sigri

Andrew av Fløtum er komin fyri seg aftur eftir drúgvan skaðasteðg, og so gongur betri hjá Fremad Amager.. Sunnudagin spældi Fremad Amager á heimavølli ímóti Fredericia. Fremad Amager vann 3-1.
Hetta er fyrsta ferðin síðani í august, at Fremad Amager hevur vunnið tvey umfør á rað.
Andrew av Fløtum var við í allar 90 minuttirnar, og tó at hann ikki skoraði, so skerst ikki burtur, at hetta er stórt stig at taka, nú hann hevur verið skaddur somikið leingi. Og verri bleiv úrslitið ikki av, at Fremad í fjør tapti saman lagt 12-1 fyri just Fredericia.