Andrew av Fløtum spældi við aftur hjá Fremad Amager um vikuskiftið, og nú eydnaðist tað liðnum at vinna aftur. Dysturin ímóti Næstved endaði við 1-0 sigri til Fremad Amager. Einasta málið í dystinum kom eftir ein góðan tíma, tá ið Martin Skov skoraði. Andrew av Fløtum byrjaði dystin á beinkinum, men hann var sendur á vøllinum frá byrjan í seinna hálvleiki.