Endamálið hjá HB í kvøld verður at tryggja eitt gott útgangsstøði undan dystinum í Føroyum í næstu viku. Ein sigur ella ein javnleikur hevði verið gott, sigur Heðin Askham. Tað verður týdningarmikið ikki at tapa stórt, og harvið blaka alt á gólvið longu í fyrsta dystinum, sigur hann.
Heðin Askham, venjari hjá HB, sigur, at teir væntaðu menninir eru tøkir til dystin í dag og at Andrew av Fløtum byrjar á bonkinum í kvøld.
Hoyr samrøðuna við Heðin Askham, við at trýsta á pílin undir myndini.