TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við annan venjaran hjá Kyndli, Andreas F. Hansen aftaná greiða 16-27 (10-14) tapið hjá Kyndli ímóti H71 í høllini á Hálsi i Havn.
- Vit fáa bank, staðfestir Andreas F. Hansen. Andreas heldur, at niðurtúrurin hjá teimum byrjaði ímóti endanum av fyrra hálvleiki, tá Kyndil brendi nógvar upplagdar málmøguleikar.
FM-finaluvónin er ógvuliga fjar hjá Kyndli nú, men Andreas F. Hansen slær fast, at liðið fer at gera sítt ítarsta teir tríggjar dystirnar liðið hevur eftir at spæla: - Vit fara ikki at hugsa um næsta kappingarár fyrrenn tann seinasti dysturin er spældur, slær Andreas F. Hansen fast.