Andreas F. Hansen verður verandi venjari hjá KÍF komandi kappingarár. Tað er greitt, eftir at hann og felagið skrivaðu undir ein nýggjan sáttmála aftan á dystin móti VÍF um vikuskiftið, skirvar jn.fo.
Sambært netmiðlinum eru kollfirðingar væl nøgdir við Andreas F. Hansen, hóast úrslitini hava verið eitt sindur misjøvn.
- KÍF spældi seg ikki víðari til hálvfinalurnar, og nú verður hugt frameftir í Kollafirði til komandi kappingarár, og tí hevur tað týdning fyri felagið at hava venjarin uppá pláss tíðliga, skrivar jn.fo.
Hetta er fyrsta árið, Andreas F. Hansen er venjari hjá KÍF. Hann hevur áður verið venjari hjá báðum havnafeløgunum, Neistanum og Kyndli.