Andreas og Sophus halda fram

Venjaraparið hjá kyndils­kvinn­um, ið vunnu greipuna í ár, heldur fram næsta kapp­ingarár.
Andreas F. Hansen og Sophus Dal-Christiansen eru longu farnir undir at fyri­reika næsta kappingarár, og um­hugsað verður, um Kyndil skal tekna kvinnu­liðið til Evropa Cup-hondbólt
Tað skrivar Kyndil á heima­síðu sínari.
Kyndilskvinnur høvdu eitt framúr gott kapp­ingarár í ár og vunnu bæði landskappingina og steypakapp­ing­ina. Ikki minst er hetta úrslit av miðvísari menning, har felagið hevur sett nógvar ungar spælarar við seinnu árini, og sum skilst verða flestu av spælaranum eis­ini á liðnum komandi kapp­ingar­ár.
Sum greipuvinnarar hava kyndilskvinnur møguleikan at tekna til annaðhvørt Cup Winners Cup ella EHF Cup. Nevndin í felagnum og venjar­arnir umhugsa at taka av øðrum møguleikanum í ár, og arbeitt verður nú við mál­­inum, skrivar felagið á heima­síðuni.