Andrea bjóðar av

Tá freistin at stilla upp til nevndina í Føroya Lærarafelag var úti , vóru trý valevni komin upp á listan.

Torfinn Højgaard, sum er kassameistari felagsins, og Jónleif Johannesen, sum er næstformaður felagsins, standa báðir fyri vali.

 

 

Teir stilla uppaftur; umframt er Andrea á Rípuni komin á listan. Hon hevur ikki verið í nevndini í Føroya Lærarafelag áður. Andrea er lærari í Skúlanum á Giljanesi, skrivar Føroya Lærarafelag á síni heimasíðu.

 

 

Aðalfundur Føroya Lærarafelags verður 5. apríl í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.