Fyri viku síðani vann B71 4-1 heimasigur ímóti B68, meðan teir næstbestu hjá B36 taptu 1-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Í dag vóru teir næstbestu hjá B36 á Sandi. Undan ferðini suður um Skopunarfjørð hevði B36 fýra stig.
Nú hevur B36 fimm stig, og eina løtu sá tað út til, at gestirnir skuldu fara til hús við fullari úrtøku.
Í dag var Andrass Johansen alla tíðina á B36 liðnum, og hann gjørdi stóran mun. 17 ára gamli álopsspælarin hevur átta ferðir verið inni á besta liðnum og skorað eitt mál.
Í dag legði hann næstbesta liðið framum 1-0 í 33. minutti, og tríggjar minuttir eftir steðgin styrkti hann um B36 leiðsluna til 2-0.
So svaraði B71 aftur og javnaði til 2-2, sum tað endaði við. Í báðum førum var tað Clayton Soares, sum skoraði.
Merkisvert var tað, at dómarin, Rúni Olsen, níggju ferðir hevði gula kortið úr lummanum. Fimm heimamenn og fýra úr B36 sóu gult.
B71 hevur átta stig, og B36 hevur fimm stig.
Um eina viku skal B36 spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi, og B71 skal spæla á útivølli ímóti NSÍ.