FJARSKIFTI
?Frælsisgerð og privatisering plaga at fylgjast at í øðrum londum, men í Føroyum verður hetta hildið hvør sær, sigur Andras Róin, stjóri fyri Føroya Tele.
Á stóru KT-messuni í síðstu viku var Andras Róin millum fyrilestrarhaldararnar.
Fyrilesturin hevði heitið Telesamskiftið í Føroyum ? nú og í framtíðini. Tað var eitt rættiliga frítttalandi og opin Andras Róin, ið tosaði mestsum frítt frá livruni.
Støðan
Andras Róin greiddi í sínum fyrilestri frá, hvør støðan hjá Føroya Tele var. Hann lýsti, at Føroya Tele framvegis var eitt partafelag, ið tað almennaeigur. Hinvegin so er ein frælsisgerðing farin fram innan fjarskifti í Føroyum. Hetta sæst aftur í, at kapping nú er á økinum, har aðrir veitarar enn bert Føroya Tele bjóða seg fram sum veitarar av fjarskifti.
Andras Róin vísti á, at gongdin uttan úr heimi er tann, at fjarskifti verður liberaliserað, og hetta hava vit eisini fyri ein stóran part sæð í Føroyum. Munurin er bert tann í Føroyum í mun til aðrastaðni, at frælsisgerðingin sett ígongd, meðan tað ikki er sett ein privatisering ella einskiljing av fyrrverandi einkarveitaranum ? Føroya Tele í Føroyum.
Andras Róin nevndi, at Norðurlond ? okkara grannalond ? eru framúr væl fyri, tá tað umræður fjarskifti. Tey eru at meta sum undangongulond í so máta, og hesi eru aloftast frammanfyri sína tíð.
Støðan hjá Føroya Tele er soleiðis, at Føroya Tele skal rekast sum ein og hvør onnur fyritøka, men hon hevur nakrar serligar treytir at ganga eftir. Eitt nú hevur Føroya Tele jú eina veitingarskyldu
Støðan hjá Føroya Tele er sostatt tvíbýtt. Hinar fyritøkurnar á fjarskiftismarknaðinum seta stór krøv til Føroya Tele, ið teir halda, at teir klára væl, men kappingarneytarnir ynskja støðugt meira.
Ein spurningur, ið hevur frammi, er spurningurin um, hvussu Føroya Tele skal skipast í framtíðini. Eisini í valstríðnum hevur hesin spurningur verið uppi og vent, og Fjarskiftiseftirlitið hevur eisini verið frammi við ynski um, at Føroya Tele verður deilt í tveir partar ? ein part, ið umsitur kervi, og ein part, ið verður rikin eins og allar aðrar fyritøkur á marknaðinum. Tað almenna skal eiga kervispartin. Hetta ynskir Andras Róin tó ikki skal gerast veruleiki. Hann vísir á, at í Liktinstein royndu menn eina líknandi loysn, og hetta gav at bíta í tann forstand, at stórt virksemi nú fer fram, soleiðis at hetta kann gerast aftur til eitt felag.