Andras Olsen, miðverji hjá EB/Streymi, er bersøgin, tá hann skal lýsa avrikið hjá felagsliðnum móti KÍ í dag.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna
- Vit eru elendigir. Einki riggar hjá okkum, sigur 19 ára gamli miðverjin, sum hevur fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti í ár.
Les eisini: Samandráttur: KÍ - EB/Streymur 4-0
EB/Streymur tapti landskappingardystin móti KÍ í Klaksvík 4-0. Í hálvleikinum er støðan bara 1-0, men stutt inn í seinna hálvleik avgjørdi KÍ dystin.
Les eisini: Kenan Hajdarevic um brenda brotssparkið
KÍ var greitt omaná á í dsytinum. Talan bleiv um fýra ymiskar málskjúttar fyri KÍ. Jóannes Bjartalíð, Sørmund Kalsø. Páll A. Klettskarð og Heðin Klakstein.
KÍ-EB/Streymur 4-0
1-0: Jóannes Bjartalíð
2-0: Sørmundur Kalsø
3-0: Páll A. Klettskarð
4-0: Heðin Klakstein
NSÍ 18
B36 14
HB 12
Víkingur 11
ÍF 10
KÍ 8
TB 7
AB 5
EB/Streymur og FC Suðuroy 3
8. umfar sunnudagin 26. apríl
FC Suðuroy-EB/Streymur
HB-B36
KÍ-AB
TB-ÍF
Víkingur-NSÍ










