B68 hevur kunngjørt, at felagið hevur gjørt avtalu við André Olsen, um at verða venjari hjá kvinnuliðnum restina av hesum kappingarárinum.
André Olsen, sum millum annað er ítróttarskrivari og javnan fótbóltsviðmarkjari, tekur eisini venjaraútbúgvingina hjá Fótbóltssambandinum í løtuni.
Hann ætlaði sær upprunaliga at spæla við besta liðnum hjá B68 í ár, men ein afturvendandi knæskaði hevur gjørt, at hann fyribils ikki fær spælt. Hann er av Toftum og kennir av góðu grundum eisini barndómsfelagið væl. Heimasíðan hjá B68 skrivar, at André Olsen skal venja bæði 1. liði hjá kvinnunum og U18 gentur.