Rithøvundin til bókina ?Føroya mál á manna munni?, André Niclassen er gestur á Rás 2 millum klokkan 11 og 12 Teir báðir vertirnir, Jan Müller og Heri Simonsen, fara í tímanum millum klokkan 11 og 12 í dag at tosa við André Niclassen, sum hevur skrivað bókina ?Føroya mál á manna munni?. Henda tíman fara teir at tosa um bókina og um føroyskt mál sum heild.