Tvey mál frá Rooney, tvey frá Defoe og eitt frá ávíkavist Lampard og Crouch syrgdu fyri enskum stórsigri, tá Andorra vitjaði á Wembley í gjár. Ongland hevur nú vunnið sjey dystir á rað í undankappingini, og tað er lítið, sum bendir á, at Ongland ikki verður millum londini í Suðurafrika næsta summar. Í sama bólki var Kazakhstan ávegis eisini sensatión, tá Nusrbayey legði liðið framum í útidystinum móti Ukraina, men Nazarenko skoraði bæði fyri og eftir steðgin, soleiðis at Ukraina vann dystin 2-1.