Andlitsviðgjørdur Toyota Corolla

Toyota er komið á marknaðin við einum bøttum Corolla. Tað fyrsta, vit leggja til merkis er broytti fronturin og lyktaskipanin. Annars hevur bilurin ein nýggjan motor við variabla ventilstýringstøknini, sum á Toyotamáli nevnist VVT-i tøkni, ið gevur motorinum størri effekt, er meiri orkusparandi og samstundis ger, at bilurin dálkar minnii.

Innan er Toyta Corolla bøttur við nýggjum sportsetrum, nýggjum búnýtislitum og evnum. Umframt hetta er biluri útgjørdur við einum smartum og funktionellum »multi-informatiónsdisplay« - eisini kent frá Yarisbilunum - har tú m. a. ítøkjuliga sært miðalbensinnýtsluna, miðalferð eins, og har tú fært stýrt útvarpstólinum.

Trygdin er sum hjá Toyota annars: Dupult airbag, síðuairbag, ABS-bremnsur við EDB (Electronic Brake force Distribution), sum er ein effektiv elektronisk stýring av býtinum av bremsievnunum millum hjólini, trygdarlás til barnastól á baksetrinum, trý-punktstrygdarselar, tokulyktir aftan, setur, ið kunnu flytast upp og niður, nakkastuðlar aftan og framman.

Sosialurin út at koyra hevur enn ikki roynt nýggja bilin frá Toyota, men tað fara vit at gera seinni. Okkum kunnugt fæst bilurin eisini - við eykakostnaði - við eini navigatiónsskipan, sum kann stýrast við »multiinformatións-displaynum«, sum er í bilinum. Skipanin kann enn bert brúkast uttanlands, men ein donsk útgáva við danskari talu og vegleiðing kemur síðst í árinum.

Í komandi útgávum hyggja vit nærri at nýggja Toyota Corolla, sum í hesum døgum verður sýndur fram hjá Reyni Service í Havn.