Andlitsmáling í KÍ-café´ini

Lítið er at ivast í, at Neista-fólk koma væl mannað til Klaksvíkar, nú triðja og avgerandi FM-finalan er á skránni.

Áskoðararnir í Klaksvík plaga tó ikki at smæðast burtur, og longu á miðdegi byrja fyrireikingarnar til dystin í so máta.

Klokkan 12 lata dyrnar í KÍ-café´ini nevnliga upp, og har kunnu fjepparar so hita seg upp til dystin, samstundis sum til ber at smyrja sær andlitið í reyðu litunum, sum hoyra Stjørnuni til.

Sjálvur dysturin byrjar klokkan 14.