Anderson úti í hálvt ár

Manchester United hevur havt nógvar spælarar á skaðayvirlitinum hetta kappingarárið. Nú er so aftur ein langtíðarskaði komin á hetta yvirlitið. Miðvallarin, Anderson er nú eisini skaddur, og hann verður ikki tøkur, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Brasilski spælarin fekk ein álvarsaman krossbandsskaða týskvøldið, tá Manchester United á heimavølli á Old Trafford vann 3-0 ímóti West Ham. Manchester United boðar frá á almennu heimasíðu sínari, at Anderson verður úti við skaða í heilar seks mánaðir. Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson sigur, at hann vónar, at tann 21 ár gamli brasilski spælarin verður tøkur aftur, tá kappingarárið 2010/2011 byrjar í august komandi.