2. deild
Talan var um truplan útidyst hjá B68, tá teir um vikuskiftið vitjaðu hjá HB. Hóast HB er nýtt lið í deildini, so hava ungu menninir saman við nøkrum veteranum veruliga gjørt um seg í deildini, og málsetningurin um at halda liðnum í deildini, er í øllum førum rokkin væl og virðiliga.
Toftamenn høvdu tó ein eyka trumf við í viðførinum hesaferð. Nógv hevur verið tosað og skrivað um brasilianska Anderson, sum einar tvær ferðir hevur verið ávegis til Føroyar, men ymiskt óavgreidd viðurskifti við eitt belgiskt felag hava tó seinkað hesum óneyðuga nógv.
Leygardagin var hann tó at síggja í B68-álopinum, og hann kvittaði so ruddiliga fyri tolið, sum toftamenn hava sýnt honum. Hann var nevnliga meistari fyri øllum trimum toftamálunum í einum dysti, har gestirnir kanska áttu sigurin uppibornan, men har HB so sanniliga stríddist fyri sínum møguleika.
B71 hongur í
Argastu kappingarneytarnir hjá B68, B71, vóru á vitjan í Leirvík, og eisini her var tað ein brasiliumaður, sum var munurin.
Clayton Soares var eftir góðum korteri tann einasti, sum sá møguleikan, tá bólturin varð sparkaður langt og høgt inn um LÍF-verjuna, og so meddaði hann í málið við kølna vinstra-beininum.
Eftir hetta royndu vertirnir at trýsta fyri javnleikinum. Teir høvdu eisini einstakar møguleikar, og ikki minst mundu sandoyingar draga andan lættari, tá ein púra blankur Sølvi Vatnhamar stútaði framvið.
Sandoyingar høvdu tó eisini sínar møguleikar. Fleiri ferðir kontraðu teir niðan eftir vøllinum, men talan gjørdist altso bara um tað eina málið í dystinum.
Vágamenn mistu
Saman við B71 og B68 hevur FS Vágar eisini verið partur av oddastríðnum í ár, men tann leikluturin er nú fyribils av.
Á Argjum eydnaðist sjáldan hjá gestunum at spæla seg fram til veruligar málmøguleikar, men hóast AB soleiðis var nærri sigrinum, so tóktist talan skula gerast um málleysan javnleik.
Góðan hálvan tíma fyri dystarlok tók Jón Brekku tó um endan. Við einum dundurskoti úr einum at kalla vandaleysum vinkli, sendi hann leðurkúluna í meskarnar, og so kundu argjamenn fegnast um, at teir enn hava í øllum førum bronsuna at spæla fyri.
GÍ er púra avbyrgt
Í botninum hevur GÍ havt tað sera trupult í ár, og sum talvan nú sær út, so er lítið at ivast í, at beinleiðis niðurflytingin verður veruleiki.
Hesa ferð spældu teir á heimavølli móti Sumba, sum undan dystinum var triðniðast, men heldur ikki hesaferð megnaði GÍ at fáa nakað burturúr.
Tá B36 so samstundis vann ein uppibornan sigur í Hvalba, øktist fjarstøðan hjá GÍ til bjarginina. Teir hava enn bara eitt stig, meðan B36 við sigrinum kom upp á 8 stig.
Úrslitini:
HB-B68 1-3
0-1: Anderson
1-1: John Eystberg
1-2: Anderson
1-3: Anderson
LÍF-B71 0-1 (0-1)
0-1: Clayton Soares
AB-FSV2004 1-0 (0-0)
1-0: Jón Brekku
Royn-B36 0-1 (0-0)
0-1: Heini í Skorini
GÍ-Sumba 1-3 (1-2)
1-0: Poul Henning Jacobsen
1-1: Kenneth Kjærbo
1-2: Jakob Skaaning
1-3: Jakob Skaaning