Anderson, sum er skaddur í tískil heldur ikki var partur av heimsmeistarakappingini í Suðurafrika, hevði verið á náttklubba og rendi á, tá hann var á veg heim í sínum Audi R8.
Sambært portugisiska blaðnum Jornal de Noticias, sum heimasíðan Teamtalk endurgevur, fekk Anderson ein øgiligan hvøkk, men annars einki mein. Tað sama var galdandi fyri mannin og kvinnuna, sum eisini vóru í bilinum hjá Anderson.
Ein talsmaður hjá Anderson sigur, at miðvallarleikarin skjótt verður at síggja aftur í Manchester.