Nýggja høllin hjá Andersens Beding á Strondum er reist. Høllin verður 20 x 20 metrar til víddar, og hon verður 14 metrar høg.
Sjóvar kommuna veit at siga, at útbyggingin merkir, at alt arbeiði hjá Andersens Beding í framtíðini fer at verða gjørt innandura, og hetta fer at gera tað møguligt at gera øll arbeiði alt árið.
- Áðrenn arbeiðið við nýggju høllini fór í gongd, fekk bedingin nýggjan vogn, sum kann taka bátar upp, sum eru upp til 7 metrar breiðir, verður lagt aftrat.
Tað er KBH á Toftum, sum ger nýggju høllina hjá Andersens Beding á Strondum.










