Danin Morten Andersen setti um vikuskiftið nýtt met í amerikanskum fótbólti. Andersen spældir fyri felagið Atlanta Falcons, og hann er sparkari hjá felagnum. Tað vil siga, at hann kemur bert á vøllin, tá ið bólturin skal sparkast í málið. Metið, sum danin setti, var, at hann nú er tann spælarin, sum hevur skotið flest mál í NFL. Morten Andersen tók metið, sum suðurafrikanarin Gary Anderson annars hevði.










