Anders var heilt stóri maðurin

Vónbrotnir meistarar í Víkingi eru á veg úr Trongisvági við einum stigi

Uppgerðin í Trongisvági millum meistararnar í Víkingi og uppflytararnar í TB er liðugur. Úrslitið vr 1-1, og tað sæst á kropsburði á spælarunum, og á fagnaðinum millum heimafólki, at tað er TB, sum hevur vunnið eitt stig, og at tað er Víkingur, sum hevur tapt tvey stig.

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og Víkingur legði seg á odda, men lítla løtu seinni javnaði TB, og so komu ikki fleiri mál.

 

Víkingur var væl meiri í álopsstøðu ímóti heimaliðnum, sum var í 5-4-1 uppstilling. Víkingur hevði eina rúgvu av støðum og fleiri møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skora fleiri enn eitt mál. Heilt stóri spælarin var TB málverjin Anders Tønnesen. Hann var stinnur á strikuni, og hann var tryggur í brotsteiginum og høvuðsorsøkin til, at víkingarnir bara skoraðu eitt mál.

 

Jákup Johansen hevði bara verið nøkur sekund á vøllinum, tá ið hann legði Víking á odda. Framleggingin var úr vinstru frá Olafi Bárðarson, og við handara stólpa var Jákup Johansen leysur, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu og við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

So var lagt upp til, at meistararnir skuldu stýra og kanska økja um leiðsluna, men tann ætlanin fekk skot fyri bógvin bara lítla løtu seinni. Eftir horna úr høgru varð Gilli Rólantsson Sørensen skumpaður, tá ið hann úr góðari støðu royndi seg við stútara. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Samudeen Musah, ið var einsamallur í fremstu røð hjá TB, setti trygt í málið.

 

 

 

TB – Víkingur 1-1 (0-0)

 

0-1: Jákup Johansen

 

1-1: Samudeen Musah br

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

TB: Anders Tønnesen – Eirikur Ellendersen, Adama Guéye Ndende, Gilli Rólantsson Sørensen, Páll Eirik Djurhuus, Ragnar Joensen – Torkil Holm, Mattias Djurhuus, Eyðtór Joensen, Mohamed Samba – Samudeen Musah

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson