Anders Harboe Ree 60

Mánadagin 15. september fyllir Anders Harboe Ree í Havn 60 ár.

Hann er sonur Odu og Helge Harboe Ree. Oda var dóttir Karina og Jógvan Kjølbro í Klaksvík. Hon giftist til Noreg og búði í Lillehammer. Síðani búði hon í Havn í mong ár.
Anders tók matematiskt studentsprógv í Hoydølum í 1963. Hann fór til Danmarkar at lesa og tók embætisprógv sum lækni. Hansara spesiali er røntgen, og nú hevur hann skjótt í mong ár verið yvirlækni á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum. Andres hevur stóran áhuga fyri fuglum og gongur nógv í haganum. Eisini hevur hann summarhús í Tjørnuvík.