Anders ?Anden? Matthesen, sum herfyri vitjaði Føroyar fer í næstum at leika í nýggjum donskum filmi. Framleiðarin Niels Gråbøl hevur júst fingið framleiðarastuðul frá Det Danske Filminstitut at gera ein nýggjan familjufilm, sum fer at eita ?Usynlige Venner?, og her vil hann gjarna hava Anden við.
Matthesen hevur nú roynt seg nakrar ferðir innan sjónleikarafakið og tað verður tí helst ikki trupult hjá honum hesu ferð at skula spæla ósjónliga vinmannin hjá 8-ára gamla dreinginum, Viktor. Matthesen skal tó bert leggja rødd til ósjónliga vinmannin, tí hesin er eitt lítið og heldur feitt djór, sum fer at verða stýrt av seks enskum dukkumakarum.
Sofie Gråbøl, Lars Kaalund, Lars Hjortshøj og Nicolas Bro verða eisini at síggja á filminum, men enn er ógreitt, hvør skal spæla høvuðsleiklutin sum Viktor.
Filmurin fer væntandi at hava frumframsýning í 2010.