Andalig og likamlig føði í Hvalba leygarkvøldið

Leygarkvøldið verður M-kvøld í Hvalba, við ókeypis andaligari og likamligari føði

M-Kvøld

Leygarkvøldið verður M-kvøld í Hvalba.
Hetta er eitt mentanarkvøld, har bæði andalig og líkamlig føði eru á skránni.
Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri slíkum M- kvøldi í Hvalba og hinar báðu ferðina vóru yvir 200 fólk við hvørja ferð
Tað er ikki neyðugt at melda til frammanundan og tað er alt ókeypis.
M- kvøldið í Roynhøllini leygarkvøldið byrjar klokkan sjey og endar væntandi tá ið klokkan er farin av 10.
Á mentanarkvøldinum hesuferð fer gamli hvalastingarin, Niels Holm Jacobsen, at hugleiða um stórhvalaveiði undir Føroyum og Niels Petur Olsen fer at greiða frá um Lítlu Dímun.
Men tey yngru eru eisini von at sleppa eisini framat hesi kvøldini og í ár verða tað teir báðir næmingarnir í 9. flokki, Trygvi Thomsen og Johan Eli Poulsen, sum fara at greiða frá eini verkætlan teir gjørdu í skúlanum um ta gomlu smiðjuna í Sandvík.
Somuleiðis fara skúlabørn at dansa føroyskan sang.
Fyrireikararnir ásanna, at kristnilívið er ein týðandi partur í mentanarlívinum og á M-kvøldinum hesuferð, fer barna- og ungdómskórið, Sóljan, úr Missjónshúsinum, at syngja.
Inn ímillum verður so felagssangur.
Og mettuna fáa fólk eisini, tí á M-kvøldinum verður eisini kalt borð við nógvum ymsum mati.

Triðja árið á rað
Hesi mentanarkvøldini, sum byrjaðu í 2003, eru úrslitið av eini tilvildarligari samrøðu eitt kvøld ímillum tveir kenningar í Hvalba.
- Har komu vit inn á, at tað hendi ikki so nógv á mentanarliga økinum, siga teir báðir Norðleif við Krógv og Niels Olaf Eyvindsson.
- Men vit hildu eisini, at tað nyttaði onki bara at lasta øðrum fyri at onki hendi. Vit máttu eisini sjálvir taka í egnan barm og gera nakað.
- Vit tóku sostatt stig til at kalla felagsskapir, áhugabólkar og feløg í sóknini, saman við tí fyri eyga at stovan ein mentanarbólk.
Endamálið var, at hann skuldi vera mentanarlívinum í sóknini at gagni.
Men áhugin var lítil og fá møttu upp. Men teir hildu, at hugskotið skuldi ikki sleppa at doyggja, um teir so skuldu draga mestsum allan vognin einsamallir.
Og tað gjørdu teir so og fyrsta kvøldið var í 2003 og í fjør var aftur eitt.
Tá ið fólk sóu at her var talan um eitt sera væleydnað tiltak, vaks áhugin og í fyrireikingarbólkinum hesuferð hava sitið Niels Olaf Eyvindsson, Norðleif við Krógv, Lonnie Bengtsen, Jens Mørk, Otto West, Thorstein Thomsen, Niels Nattestad og Steinvør S. Olsen.
Av tí, at alt er ókeypis, fer ein drúgvur partur av tíðini at savna inn pening og tað gera fyrireikararnir við at skipa fyri ymsum tiltøkum, sum kasta nakað av sær, eins og lutaseðlar verða seldir á M- kvøldinum leygarkvøldið.
Fyri at alt ikki skal hanga á teimum somu, er nú ætlanin at gera M-bólkin til eitt limafelag og tað fara teir at kalla saman til einaferð seinni.