Trúarlív
Skálafirði:Fyrsta byggistig av trimum hjá Kelduni í Skálafirði er komið so mikið væl áleiðis, at innilokað verður helst í næsta mánaða. Væntandi verður flutt inn í hendan bygningin tíðliga í heyst.
Samkoman Keldan í Skálafirði er farin undir eina størri verkætlan, sum fevnir um tveir bygningar við millumbygningi.
Pauli Høj, samkomuleiðari, nevnir byggingina eina andaliga miðstøð, sum skal vera miðdepil fyri andaligum arbeiði av ymsum slagi. So sum barna- og ungdómsarbeiði, konsertum, skeiðum og ráðstevnum eins og vanligum andaligum møtum. Sjálvur møtisalurin, sum eisini verður gjørdur til konserthøli, fer at rúma umleið 1.000 fólkum, sigur hann.
Fyrri bygningurin er komin upp at standa og verður væntandi innilokaður seinast í februar. Hann fer at hýsa stóra salinum og verður væntandi klárur at taka í brúk einaferð tíðliga í heyst, sigur Pauli Høj. Hann er í einari hædd við balkong.
Annað byggistig verður ein eitt sindur minni bygningur, tó í trimum hæddum. Har verður í fyrsta umfari gjørt klárt til barna- og ungdómsarbeiði í niðastu hædd. Seinni verður miðhæddin innrættað til kømur, sum kunnu brúkast, tá eitt nú ráðstevnur ella tílíkt eru í húsinum. Hvat ovasta hæddin fer at verða brúkt til, er ikki rættiliga avgjørt enn, sigur Pauli Høj.
Millum báðar bygningarnar verður kafeteria, sum skal virka sum eitt slag av torgi ella samlingsstaði fyri øll, sum eru í húsunum báðum, greiðir leiðarin frá.
Talan verður ikki um nakað leguhús í sama mun, sum vit kenna eitt nú í Nesvík ella í Vatnsoyrum, sigur Pauli Høj. Men kortini verður gjørt so, at til ber at gista, um tørvur er á tí.
Tað er út í móti einum ári síðan, at farið varð undir verkætlanina. Byggiloyvið varð fingið til vega í mars mánaða í fjør, sigur Pauli Høj, og síðan varð farið undir útgrevsturin.
Hendan byggingin er kostnaðarmikil, sum vera man. Fyrsta byggistig fer helst at kosta einar fýra-fimm miliónir, og tá alt er liðugt, fer samlaði kostnaðurin helst at liggja einastaðni millum 15 og 20 miliónir, væntar Pauli Høj.
Men bygningarnir fara ikki at standa samkomuni sum so í nøkrum pengum kortini, greiðir hann frá, tí alt verður fíggjað við sjálvbodnari arbeiðsmegi og gávum frá Guði og góðum fólki.
?Fólk geva gleðiliga til hetta góða tiltak, og einki er álagt nøkrum sum helst at lata nakað ávíst, sigur Pauli Høj.
Hann leggur dent á, at eingin skal kenna seg noyddan at lata nakað, hóast tey koma meira ella minni regluliga í samkomuna. Tann, sum einki letur, er minst líka vælkomin sum tann, sum letur gávur til tiltakið.
Miðað verður í móti at hava alla byggingina lidna í komandi ári, sigur Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni í Skálafirði.