1 Táið nú hvítusunnudagur kom, vóru tey øll komin saman á einum staði.
2 Tá kom knappliga ljóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í.
3 Tungur, eins og av eldi, vístu seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra.
4 Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga.
5 Nú búðu í Jerúsalem Jødar, menn, sum óttaðust Gud, av øllum fólkasløgum undir himli.
6 Táið hetta ljóð kom, streymaði hópurin saman, og tey vitstu ikki, hvat tey skuldu hugsa; tí tey hoyrdu hvør sítt egna mál talað av teimum.
7 Tey vórðu øll ovfarin og undraðust og søgdu: "Hyggið, eru ikki allir hesir, ið tala, Galilearar?
8 Hvussu ber tað tá til, at vit hoyra teir tala, hvør okkara egna mál, sum vit eru fødd í?
9 Vit, Partar, Medar og Elamitar, vit, sum búgva í Mesopotamia, Judea, Kappadokia, Pontus og Asia,
10 í Frýgia, Pamfýlia, Egyptalandi og landspørtum Libya við Kýrene, og vit úr Róm, sum her búgva,
11 bæði Jødar og trúskiftingar, Kretar og Arabarar - vit hoyra teir tala um stóru verk Guds á tungumálum okkara!"
12 Tey vórðu øll ovfarin og vitstu ikki, hvat tey skuldu hugsa. Og tey søgdu hvørt við annað: "Hvat kann hetta vera?"
13 Onnur søgdu spottandi: "Teir eru fullir av søtum víni!"
14 Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, tók til orða og talaði til teirra: "Tit jødisku menn og øll tit, sum í Jerúsalem búgva! Hetta veri tykkum kunnigt - lurtið eftir orðum mínum!
15 Hesir eru ikki druknir, sum tit halda - tað er jú triði tímin á deginum!










