Gud skapti okkum øll til ævigt samfelag við seg. Men syndafallið oyðilegði hetta samfelagið. Syndin er ein múrur, sum skilir okkum øll frá Gudi.
Men við at lata Sonin taka allar syndirnar hjá okkum øllum á seg, gjørdi tann tríeindi Gud samfelagið okkara millum møguligt aftur. Við trúgv á Jesus og hansara fullgjørdu frelsu eru vit aftur sameind við skapara okkara.
Guds ráð er enn í dag, at eg og tú og øll menniskju taka ímóti tí frelsu, sum Jesus bjóðar okkum fyri einki, og støðugt halda okkum til hansara. Men Gud noyðir ongan at hava samfelag við seg, tí kunnu vit vraka Jesus. Men harvið gera vit Guds ráð við okkum sjálvum til einkis. Tað var syndarliga støðan hjá farisearunum og teimum skriftlærdu. Og tað kann eisini verða okkara støða. Tí tá ganga vit okkara egnu leiðir, bæði nú og í ævinleikanum.
Bíbilska læran um æviga glatan er ógvuliga beisk at svølgja, um vit hugsa hana at enda. Men líka satt er tað, at eingin glatast, tí Gud ikki vil bjarga. Tí Guds ráð er greitt og loysnin er Jesus! Og tann loysnin er fullgóð!
Støða okkara til Jesus er avgerandi spurningurin. Ger ikki Guds ráð við tær til einkis!