Tá ið Jesus hevði vunnið á álopunum frá Sátani úti í oyðimørkini við "svørðinum" Guðs orði: "skrivað stendur..", fór djevulin frá honum, men Lukas skoytir nøkur týdningarmikil orð uppí: "um stund".
Tað er við djevlinum sum við okkara náttúru. "Rek náttúruna út úr tær við eini kvísl. Hon kemur tó aftur, tann heksin", sum tey gomlu tóku til.
So títt síggja vit hetta støðuga, beiska stríðið millum Jesus og djevulin, - ta einum løtuna gjøgnum vinir hansara, sum djevulin tølir at ganga ørindi fyri seg (Matt. 16.23), og í næstu løtu gjøgnum fíggindar hansara, (Matt. 23, 13-15 og Jóhs. 8. 44). Men vit vita, at Jesus tað seinasta kvøldið hann var saman við lærusveinum sínum í Jerúsalem takkaði vinum sínum, tí teir høvdu hildið út við sær í freistingum.
Tó stríðið var enn ikki liðugt fyri hann. Dagin eftir, tá ið hann hekk á krossinum í djúpastu neyð og deyðaangist, var tað ikki bara vreiði faðir hansara, hann mátti bera, men eisini gløðandi pílarnir frá arvafíggindanum fuku um hann. Á sama hátt sum tað ljóðaði úti í oyðimørkini: Er tú Guðs sonur, tá sig, at hesir steinar skulu verða breyð ... - er tú Guðs sonur, so stoyt teg oman ..., soleiðis teskaði hin gamla ormarøddin eisini nú: Er tú Guðs sonur, so bjarga tær sjálvum, so vilja vit trúgva á teg.
Tá ið lærusveinurin ikki er yvir meistara sínum, kann hann ikki vænta sær øðrvísi kor. Men hetjan, sum leið fyri okkum á krossinum, og sigraði fyri okkum páskamorgun, hann minnist eisini til okkum, tí hann kennir tilfari, vit eru gjørd av.