Andakt: Flyt ikki gomul mørk

Eftir John S. Myllhamar, Sandavágur

 

"Flyt ikki avgomul markaskjal, sum fedrar tínir hava sett" Orðtøkini 22, 28

Tað liggur til ungfólk at vilja broyta gamlar siðvenjur. Tey ungu síggja jú við nýggjum og øðrvísi eygum, og sjón teirra sær ofta betri tað, ið einki gagn er í longur. Vit eiga at fegnast um, at tey yngru hava dirvið og áræði at taka ymiskar spurningar upp til metingar, tí um tað ongantíð hendir, kunnu vit lættliga stívna í formum, og tað í formum, sum ikki hava Guðs orð aftan fyri seg.

Men eins og tað er satt og vist, at okkurt ikki er gott, bara tí tað er gamalt, er tað eisini satt, at tað ikki nýtist at vera ringt, bara tí tað er gamalt. Tað kann jú eisini vera, at orsøkin til at tað helt so leingi var hon, at onkur dygd var í tí. Tí eiga vit ongantíð at tveita nakað burtur, fyrr enn við gjølla hava kannað, hvat tað er. Vit leggja ikki merkið til øll virði bara við at skeita at teimum eitt bil. Til tíðir kunnu virði vera inni í, sum vit ikki síggja uttaná.

Tá ið høvundin av orðtøkunum ræður okkum til, at vit ikki skulu flyta tey markaskjal, sum fedrar okkara hava sett, so býr stórur vísdómur aftanfyri orð hansara. Hann eigur ta eyðmýkt, ið virðir verkið hjá øðrum. Vit eru ikki teir fyrstu, sum møta á arbeiðsplássinum. Onnur vóru her áðrenn vit, og vit eiga at vera takksom fyri, at vit ikki hvørja ferð eitt nýtt ættarlið kemur til, verða noydd at byrja á berum. Tann Guð, ið vil læra okkum øll tað kynstur at liva lívið rætt, hevur havt onnur í skúla áðrenn okkum, og tað er stór hjálp fyri okkum, at vit kunnu byggja víðari á tað, sum Guð lærdi tey. Amen!