Eftir John S. Myllhamar, Sandavágur
Hetta svar gav Jesus Pilatusi, tá ið hann spurdi um Jesus var ein kongur. "Ríki mítt er ikki av hesum heimi" Jú, tað er satt. Ríki hansara er ei bert "av hesum heimi", men tað er í veru síni tað øvuta; har ræður ein heilt annar andi og har galda heilt aðrar lógir enn í hesum heimi.
Í Guðs ríki er Jesus sjálvur kongur, og har setur hann dám á alt við anda sínum, meðan Sátan er kongur í hesum heimi. Frá hesum báðum mótsattu kongum stavar eisini mótsetningurin í øllum - millum ríkini sjálvi og teirra lagnu, millum borgararnar í hesum báðum ríkjum, teirra kor, teirra sinn og levnað.
Yvir hesum heimi hongur myrkurs og deyðans andi. Heimurin skal einaferð ganga undir. Hann er dømdur til undirgangs, tí at høvdingin í hesum heimi er dømdur. Guðs ríki er harafturímóti ljósins, lívsins og sannleikans ríki. Allir borgarar tess eru ljósins børn, sum eiga ævigt lív. Guðs ríki skal ongantíð fara til grundar, men harradømi tess skal breiðast út allar vegir heilt til ytstu endamørk á jørðini.
Vilt tú vera borgari í hesum ríki, so ert tú saman við øllum teimum heilaga útvaldur úr heiminum til at verða eitt Guðs barn í Kristi. Tú kanst royna tað á tann hátt, at heimurin ikki longur er heim títt, men at tú saman við øllum Guðs børnum er fremmandur og útlendingur, hvørs borgaraskapur er á himnum.
Tað er ringt at kenna seg heima har, ið heimsins andi ræður, tí eitt slíkt menniskja hevur ikki stigið yvirum dýpið; men tað er gott, ja vælsignað, at kenna seg heima har, ið Guðs andi ræður, tí tá hava vit atgongumerkið til himmiríkið, tá ið vit fara higani. Amen!









