Andakt: Beinleiðis atgongd

“Við tað at vit tá hava ein stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum himnarnar, Jesus, son Guðs, tá latum okkum halda fast við játtingina!”

Hebr. 4,14

Eina ferð um árið kundi ísraelski høvuðspresturin fara gjøgnum tey uttastu økini í templinum og inn í tað allar heilagasta, fyri at útvega fyrigeving fyri syndirnar hjá fólki hansara. Har vóru mangir prestar, men bert høvuðspresturin kundi gera hetta. Bíblian greiðir frá, at “Kristus gekk ikki inn í halgidóm, gjørdan við hondum, avmynd av hinum sanna halgidómi, men inn í sjálvan himmalin, til tess nú at koma fram fyri ásjón Guðs fyri okkara skuld (Hebr. 9,24).

Jesus steig niður gjøgnum fyrsta himmalin, sum vit kalla atmosferan. Síðani steig hann gjøgnum næsta himmalin sum vit tosa um sum tað ytra rúmið. At enda kom hann inn fyri Guds trónu í triðja himmalinum. Hvat høvdu vit ikki gjørt í bøn, fyri at enda í triðja himmalinum, har Guds tróna er? Vit kunnu bert ikki koma hagar, uttan at onkur tekur okkum við inn hagar.

Ein ungur drongur kom undir borgarakrígnum í USA framvið einum hermanni, sum sat uttanfyri Hvítu húsini og sá sera keddur út. Drongurin spurdi, hvat bilti og hermaðurin svaraði honum, at hann so fegin vildi tosa við Lincoln forseta, men at vaktarmenninir forðaðu honum í hesum. Drongurin tók síðani hermannin í hondina og leiddi hann beinleiðis inn á skrivstovuna hjá forsetanum. “Pápi”, segði drongurin. “Hesin hermaðurin má sleppa at tosa við teg!”. Drongurin var sonur forsetans, og hevði beinleiðis og óavmarkaða atgongd inn til faðir sín.

Av tí at Jesus, sonur Guds, heldur seg til sín Faðir, kann hann taka alt tað burtur, sum kann forða okkum vegin. Tað er tí at vit, tá vit biðja í Jesu navni, hava beinleiðis atgongd til Gud og uttan treytir eru vælkomin í hansara nærveru, har hann við kærleika møtir okkara tørvi.

(Kelda: UCB.dk)