"Tað er ongantíð gott at gerast gamal ?"

    

Erna Háberg
Valevni hjá Fólkaflokkinum til
Tórshavnar Býráð
????????
Soleiðis segði ein eldri maður við meg herfyri. Og eg hugsaði, hví gera vit tað verri og meira mannminkandi enn tað í veruleikanum er? Eg havi starvast innan eldraøkið í meira enn tjúgu ár og kenni tí persónliga nógv eldri fólk. Eg eri fødd og uppvaksin í Havn og minnist henda mann og onnur eldri, tá tey vóru í bestu mandómsárum. Er tað veruliga so, at vit, sum búgva í Havnar kommunu, raðfesta hesar eldru borgarar so lágt?
Havnar kommuna hevur hetta valskeiðið megnað at loyst barnaansingartørvin og hevur sostatt prógvað, at hon er før fyri at gera eitt munagott arbeiði. Hóast hetta verk er kommunan væl fyri fíggjarliga. Hetta skal býráðssamgongan hava rós fyri.

At býráðið valdi at raðfesta barnaansingina hægst, er í lagi, men tað er ikki í lagi, at okkara eldru borgarar verða sleptir upp á fjall. Tað er ikki á nøkrum øðrum arbeiðsplássi í lagi at gera tílíka raðfesting. T.d. hevði verið ramaskríggj hevði leiðslan í einum skúla sagt, at vit komandi fýra árini bara taka okkum av framhaldsdeildini og sleppa grunddeildini og miðdeildini. Ella leiðslan á Landssjúkrahúsinum valdi onga medicinska viðger at geva í 4 ár, og bara tók sær av skurðviðgerðini í hesi fýra árini. Men vit hava eldri fólk í okkara kommunu, sum ikki eru før fyri at gera ramaskríggj. Tey hava gjørt sínar borgarligu skyldur, og virðingin fyri teimum er so lág, at tey ikki so mikið sum verða raðfest. Og fleiri teirra, sum vóru offur fyri hesi vána raðfesting, eru ikki á lívi í dag.
Nevnast skal, at 167 fólk standa á bíðilista til røktarheimspláss á Lágargarði, og at umleið 140 fólk við demens búgva í Suðurstreymoy. Heimarøktin í hesum økinum megnar heilt einfalt ikki at røkta og nøkta tørvin, sum er. Tí mugu nógv avvarðandi knúgva undir eini tungari ansingarbyrðu, og samstundis líða undir nívandi samvitskubiti, tí tey í mongum førum mugu lata hesi gomlu hjálparleysi menniskju sita innilæst, meðan tey eru til arbeiðis. Hetta má sigast vera eitt óvirðiligt lívskvøld fyri okkara eldru borgarar..

"Ringast er at gerast gamal í Havn."
Minnist meg rætt, orðaði ein búskaparfrøðingur seg soleiðis í eini grein í bløðunum einaferð í fjør.
Henda grein hjá honum kom ikki óvart á nakran, men var ein staðfesting av tí veruleika, at tað er ringt at vera gamal og hava hjálp fyri neyðini, og at tað er verri at gerast gamal í Havn enn aðrastaðni í landinum.
Greinin fekk meg at fáa hug til at gera nakað ítøkiligt við vánaligu støðuna hjá teimum gomlu í kommununi, og tí valdi eg at stilla upp til býráðsvalið í Havn.
Sum nevndarlimur í Alzheimerfelagnum og við kunnleikanum, eg havi til eldraøkinum, øtist eg yvir, at eitt vælferðarsamfelag sum okkara er so afturúr siglt í samband við at taka okkum av okkara gomlu.
Landspolitikkarnir hava svikið Havnina á eldraøkinum og Býráðið hevur svikið hetta øki.. Eldraøkið er vorðið ein kastibløka millum land og kommunu.
Um eg fái møguleikan, fari eg at leggja alla orku í at broyta støðuna soleiðis:
- At komandi býráð skal virka fyri at eldraøkið kemur út til Havnar kommunu at vera umsitið.
- At tann upphædd, sum er sett av til eldraøkið á fíggjarætlanini 2005 fyri Tórshavnar kommunu skal í minsta lagi tvífaldast.