"Spyrjið onkran annan um tað"

Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, hevur onga viðmerking til, um møguleiki er fyri, at løgtingið við lóg fer at syrgja fyri, at strandfaraskipini verða undantikin arbeiðssteðginum

Samferðsla

Tað endurtekur seg ferð eftir ferð, tá ið verkfall, verkbann ella arbeiðssteðgur er, at tær oyggjar, har fjørður er til "fastlandið", verða serliga hart raktar, tí strandfaraskipini verða løgd. Serliga galið er tað hjá teimum, sum skulu um Suðuroyarfjørð, tí henda farleið er long, og farvatnið er sum oftast ringt hesa ársins tíð.
At løgtingið við lóg steðgar einum verkfalli ella verkbanni, er ikki so óvanligt, tá ið tað dregur út við at loysa ósemjur.

Eingin viðmerking
Seinastu dagarnar hava tíðindi gingið um, at løgtingið møguliga fer at leggja seg út í arbeiðssteðgin, soleiðis at løgdu strandfaraskipini, eitt nú Smyril um Suðuroyarfjørð og Dúgvan um Leirvíksfjørð, kunnu fara í sigling aftur, men Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, hevur onga viðmerking til hesi tíðindi.
- Nei, hatta havi eg onga viðmerking til. Tit mugu spyrja onkran annan!
Jógvan við Keldu heldur fyri, at fjølmiðlarnir eru skjótir at ringja til hansara, tá ið tað er okkurt negativt, sum er á vási.
Landsstýrismaðurin hevur tískil ongan hug yvirhøvur at gera viðmerkingar til eina møguliga uppílegging, nú siglingin hjá strandfaraskipunum um eitt nú Suðuroyarfjørð og Leirvíksfjørð liggur í andaleypi - og fólk noyðast at ferðast um hesar firðir um øðrum bátum.