John Myllhamar:
Viðmerking til Berg D. Joensen
Hóvast eg ikki eri heitur fyri donsku biskuppunum, so havi eg eftir at samrøðan var gjørd við Sosialin, fingið at vita, at ein av teimum, biskuppurin á Fjóni, hevur verið inni á nøkrum av tí sama, at niðurleggja brúðarvígsluna í kirkjuni. Eg kenni annars ikki støðu hansara, ella hvussu hann hevur úttalað seg. Men so langt eru vit í hvussu so er samdir.
Annars, so ger Bergur D. Joensen prestur nakrar viðmerkingar til tað, sum eg segði við blaðmann á Sosialinum hin 24 august. Í nógvum av tí hann førir fram eri eg sjálvsagt samdur. Men hann sigur, at kirkjan skal halda fast. Eg veit ikki rættiliga hvat kirkjan skal halda fast um, tá ið tað snýr seg um vígslu og signing av hjúnum. Har er væl ikki nógv eftir at halda fast um. Eg dugi ikki at síggja nakra meining í, at somu menniskju fleiri ferðir ganga fram fyri altarið, at geva Guði og hvørjum øðrum lyftið um fylgiskap fyri lívstíð. Heldur ikki dugi eg at ímynda mær, at ta í framtíðini verður vent aftur til einaferð-gifting.
Luther, hóvast hann gjørdi eitt vígsluritual, metti, at brúðarvígsla var eitt borgarligt fyritakandi. Tí er lættari hjá okkara evangelisk luthersku kirkjuni, at leggja brúðarvígsluna niður. Var ta tann katólska kirkjan, hevði tað verið torførari, tí har er brúðarvígslaneitt sakramenti (ein heilag gerð) altso eins heilagt og týðandi sum okkara dópur og altarborð eru. Var talan um at nomið við okkara sakramentir, so tosa vit um heilt onnur ting. Tey eru beinleiðis innsett av Jesusi. Men vit ganga ikki skriftini ímóti, við at leggja brúðarvígslu burtur, tí í Halgubók fáa vit einki at vita um hvar og hvussu tvey vóru gift. Einki bendir í hvussu so er á, at hetta fór fram í synagogum ella í templinum. Ikki heldur, at nøkur signing av hjúnalagnum fór fram av fyristøðumonnum í heilgidóminum. Vit vita bara, at maður og kona skulu giftast.
Og hvat viðvíkur hjúnavígslu av samkyntum, er at siga: Um vit halda at tann føroyska kirkjan kemur at standa sum eindømi í Europa, at fora fyri at samkynd vera vígd til hjún í henni, ja, so skulu vit nokk hugsa okkum um einaferð afturat. Líkamikið hvussu sterka leiðslu hon annars fær, so noyðist hon at geva eftir. Vit kenna tað frá Svøríki. Vit kenna tað frá Danmark. Fyrst verður gjørd lóg um skásett parlag, men vit halda kirkjuna uttanfyri, siga polittikararnir. Tá ið so sjógvarnir hava lagt seg, verður lagt til brots fyri at taka næsta stigið - inn í kirkjurnar.
Tí er rættast at binda um heilan fingur, at kirkjan sum skjótast loysir seg frá øllum, sum hevur við vígslu og signing av hjúnum - og "hjúnum" - at gera. So kunnu fólk giftast og gifta (Matt. 24,38), uttan at kirkjan leggur sína signing til.